Úrslitið hjá P/F Tjaldur samtakinum í fjør var 212 milliónir krónur áðrenn skatt. Tað er besta úrslit hjá felagnum nakrantíð.
Hetta kom fram á aðalfundinum hjá felagnum, sum júst hevur verið.
Tjaldur samtakið hevur virksemi bæði í Føroyum og uttanlanda, og hevur eisini verið virkið innan fleiri vinnur síðstu árini. Størsta virksemi uttanfyri Føroyar er í Norra og Bretlandi.
Tað eru 237 fulltíðarstarvsfólk í samtakinum.
Nevndarformaður í P/F Tjaldur er Rúni M. Hansen. Hinir nevndarlimirnir eru Helge Lund og Líggjas í Bø. Árni Rasmussen er stjóri og Nils Jegstad er íløgustjóri.
P/F Tjaldur 212 milliónir í yvirskoti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo