Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Herfyri ljóðaði at Meta, sum er fyritøkan handan sosialar miðlar sum Facebook og Instagram, umhugsar at gevast við at veita tænastu í Europa, tí reglurnar fyri flutning av data eru so truplar.

Men tað er ein misskiljing, ella ein yvirtulking av tí, sum Meta skrivaði í síni seinastu ársfrágreiðing.

- Tað passar ikki. Vit hava sum øll onnur børsskrásett feløg skyldu at upplýsa um ymsar avbjóðingar og hvørjar váðar okkara íleggjarar taka á seg. Hetta hava vit sagt fleiri ferðir áður, vísir felagið á, og sipar til ósemju við ES um, hvussu data kann flytast ímillum ES og USA.

Í seinastu ársfrágreiðing brúkti Meta orðingina, at tað kann blíva "ógjørligt" at bjóða sínum viðskiftafólkum summar tænastur, um ikki ein avtala fæst um flutning av data tvørtur um Atlantshavið.

- Vit hava sjálvandi ongan tørv á at taka okkum úr Europa. Sjálvandi hava vit ikki tað, skrivar felagið í fráboðanini.

Meta hevur havt nakrar truplar dagar á børsinum, seinastu fýra dagarnar hava tølini verið reyð og fallið er tilsamans nærum 32% farnu vikuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo