- Eftir fleiri rakár er trolaraflotin so illa fyri nú, at hann er í veruligum vanda fyri at verða lagdur í vár, tað sigur stjórin í Faroe Origin, Jens Pauli Petersen við Kringvarpið.
Felagið hevði 8 trolarar, men nú eru teir bara fýra sum royna eftir upsa.
- Sum útlitini eru í løtuni er ikki hugsingur um at byggja nýggjar trolarar, sigur Jens Pauli Petersen, stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo