Hagstovan: Útflutningurin av fiskavørum vaks 1,5 milliardir krónur í 2021 í mun til 2020. Hetta er ein 20% vøkstur í útflutningsvirðinum. Útflutta nøgdin vaks 3%. Sostatt er útflutningurin methøgur.
Vøkstur í útflutninginum til Amerika
Amerikanski marknaðurin er lutfalsliga vaksin mest, har útflutningsvirðið er hækkað 50% í 2021. Mesti vøksturin stavar frá laksaútflutninginum.
Fiskavøruútflutningur
Útflutta nøgdin av upsa er minkað við 12% niður í 9.556 tons, sum er tað lægsta nakrantíð. Hóast nøgdin av sild er minkað við 10,3% er útflutningsvirðið hækkað 14,2%.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo