- Hetta er eitt sindur smart at koyra tað út fríggjadagin fyri jól, men eg sigi sum mín gamli reiðari segði nú ein dagin: Okkara ringasti fíggindi eru myndugleikarnir, og tað haldi eg mann má siga um hetta her, sigur Hanus Hansen, reiðari, í samrøðu við FM1 á middegi í dag í sambandi við nýggju broytingarnar í sjófeingislógini.
- Hetta er rættiliga ógvisligt at koma við nú knappliga, og mann hevur hoyrt sera lítið um hetta, og hvat hendir nú?
- Jú, tað hendir akkurát tað sama sum hendi, tá ið millum annað uppboðssølan kom, hetta gongur útyvir Klaksvíkina, Fuglafjørð og Gøtu.
- Vit verða heilt ekstremt hart raktir av hesum her. Tað er einki skil í.
- Eg hevði vitjan av Nationalbankanum í november, teir vóru her í Klaksvík, og teir endaðu fundin við at siga, at tann størsti feilurin sum føroyingar gera í dag, tað er at blaka útlendingarnar út úr fiskivinnuni, tí øll lond vilja hava útlendskan kapital.
- Vit hava eina alvinnu, hvar tú kanst hava 100 prosent útlendskan kapital, 50 prosent antitrust og ongan eykaskatt av at selja aksjur. Hvat er orsøkin til, at tað er so ymiskt? spyr Hanus Hansen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo