Hagstovan: Starvsfólkatalið veksur, men seinasta árið er vøksturin viknaður.
Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum.
Í november vóru 29.750 starvsfólk í Føroyum.
Tað eru knapt 180 starvsfólk, ella 0,6 prosent, fleiri enn november í fjør.
Vøksturin størri hjá kvinnum
Í november vóru gott og væl 15.150 menn og knapt 14.600 kvinnur í starvsfólkaskaranum.
Samanborið við november í fjør høvdu kvinnurnar ein vøkstur upp á 0,9 prosent ella 124 persónar, og menn høvdu ein vøkstur upp á 0,4 prosent ella 54 persónar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo