Vinnuhúsið: Fyrstu netverksfundirnir í farnu viku vístu, at føroyskar fyritøkur hava felags avbjóðingar, serliga innan framleiðslu av grønari orku og skráseting av burturkasti.
At netverka um burðardygd gevur fyritøkum eitt týðandi høvi at samstarva og læra frá hvørjum øðrum. Netverkið er skipað í tveimum sporum. Hetta fyri at røkka bæði fyritøkum, ið hava drúgvar royndir, og teimum, sum enn eru á byrjanarstøði. Varandi Vinna Innleiðsla, er til fyritøkur, ið eru í holt við at fóta sær á økinum og Varandi Vinna, ið er ætlað fyritøkum, ið longu arbeiða meira miðvíst við burðardygd.
Nógv at fara í holt við hjá komandi nevndum í IRF, KB og SEV
Netverkið Varandi Vinna heitir staðiliga á komandi nevndirnar í IRF og KB um at raðfesta góðskutryggjaði hagtøl. Tað er ein afturvendandi avbjóðing hjá føroysku vinnuni at fáa til vega hagtøl og betri kunning um burturkastmongdir. Verandi skipan er ikki nóg góð, tí hon krevur umrokningarfaktorar ella manglar skrásetingar. Um vinnan skal vera ein virkin partur av menningini á burturkastøkinum, er neyðugt við góðskutryggjaðum hagtølum, so tað ber til at máta framstig á hesum øki.
Ein onnur stór avbjóðing er, at grøna orkuskiftið gongur alt ov seint. Parturin av varandi orkukeldum í elskipanini er óbroytt seinastu 10 árini. Hetta vísir greitt, at grønu útbyggingarnar ikki megna at fylgja við vaksandi orkutørvinum.
Skulu Føroyar minka um útlátið av vakstrarhúsgassum, so ber ikki til at halda fram á sama hátt. Netverkið Varandi Vinna heitir tí á Umhvørvismálaráðið og á nýggju nevndina í SEV um at seta veruliga ferð á framleiðsluna av grønari orku. Grøna orkuskiftið er ein sera stór og kostnaðarmikil uppgáva fyri Føroyar. Tí má privata vinnan fáa møguleika at lyfta ein nógv størri part í grøna orkuskiftinum. Ger hon ikki tað, røkka Føroyar ikki málinum í 2030 um, at øll elnýtsla á landi skal stava frá varandi orkukeldum.
Vinnan er klár til samtalu við landið og við nýggju nevndirnar um, hvussu vit loysa avbjóðingar á orku- og burturkastøkinum í felag.
Næstu netverksfundir í Varandi Vinnu verða í februar 2025. Les meir um Varandi Vinnu og melda til netverkið her: https://www.industry.fo/burdardygd/burdardygd/varandi-vinna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo