Svenska fyritøkan Minesto, sum saman við SEV ger royndir við sonevndum sjóvarfalsdrekum í Vestmannasundi, hevur nú eyðmerkt, hvat stað í Føroyum er best egnað til sjálva lundina, tá komið er so langt. Og tað er Hestfjørður.
Tað verður sagt í børsfráboðan, sum eitt nú Offshore energy endurgevur úr.
Næsta stigið í arbeiðnum hjá Minesto verður nú at fyrireika sjálvt staðið til at taka ímóti øllum drekunum.
Martin Edlund, stjóri, sigur, at eftir arbeiðið seinastu mánaðirnar ber nú til at gera tvær niðurstøður.
- First kunnu vit staðfesta, at vit longu nú kunnu bjóða ódýrastu loysnina innan havorku í heiminum, og harnæst hava vit valt eitt stað, sum er so gott sum fullkomið til okkara tøkni.
Seinastu 5 dagarnar er partarbrævið hjá Minesto vaksið 15% í virði, men seinasta árið er virðið fallið við 62%.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo