Hagstovan: Innflutningurin fyri oktober er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12 mánaða tíðarskeiðið frá november 2023 til oktober 2024 samanborið við undanfarna uppgerðarár.
Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni og skipum. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 374 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá lægri prísum.
Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við einari góðari milliard krónum ella 30 prosent. Hetta er fyri tað mesta skip, men innflutningurin av akførum er minkaður við 123 milliónum krónum, ella knapt 20 prosent.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo