Eitt er sjókort at lesa, annað er skip at føra
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mikudagur 8 Januar 2025
Vinna

Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, og Per Martin Gregersen, formaður í KAF, taka lógvatak, eftir at semjan er undirskrivað

- Onkur helt okkum kanska vera svakar, men vit fóru miðvíst eftir at fáa knæsett arbeiðstíðsreglur í sáttmálanum, og tað eydnaðist, so eg eri sjálvsagt nøgdur, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, sum her skrivar undir semjuna við KAF

Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, og Per Martin Gregersen, formaður í KAF, taka lógvatak, eftir at semjan er undirskrivað

Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, og Per Martin Gregersen, formaður í KAF, taka lógvatak, eftir at semjan er undirskrivað

- Onkur helt okkum kanska vera svakar, men vit fóru miðvíst eftir at fáa knæsett arbeiðstíðsreglur í sáttmálanum, og tað eydnaðist, so eg eri sjálvsagt nøgdur, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, sum her skrivar undir semjuna við KAF

Maskinmeistarafelagið: Høvuðskravið um arbreiðstíðsreglur er nú knæsett i KAF-sáttmálanum, og farast skal undir lønarflokkingar í næstum. Tí er formaðurin í Maskinmeistarafelagnum nøgdur við semjuna. Næsta stigið er at fáa lyft lønirnar, so tær kunnu kappast við lønarlagið í londunum rundan um okkum.

Høvuðskravið hjá Maskinmeistarafelagnum bar á mál, tá av tornaði, og arbeiðstíðsreglur eru nú partur av sáttmálanum millum Maskinmeistarafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF. Tað var greitt, tá partarnir hósdagin við semingsmanninum sum millummanni loksins skrivaðu undir semju um nýggjan sáttmála. 

Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, fegnast um, at tað hóast alt eydnaðist at fáa semju millum partarnar.

- Onkur helt okkum kanska vera svakar, men vit fóru miðvíst eftir at fáa knæsett arbeiðstíðsreglur í sáttmálanum, og tað eydnaðist, so eg eri sjálvsagt nøgdur.

-  Sáttmálasettar, generellar arbeiðstíðsreglur á øðrum økjum enn innan heilsu, røkt og umsorgan er eitt slóðbrótandi framstig og eitt neyðugt amboð at tryggja, at aðrar ásetingar um arbeiði kunnu hondhevjast og haldast. Henda ásetingin, sum á ongan hátt verður mótroknað í karminum, kann tæna sum fyridømi í øðrum sáttmálum – ikki bara hjá okkum, men á øllum arbeiðsmarknaðinum, sigur hann.

Í nøkrum av sáttmálunum á heilsu- og umsorganarøkinum eru ásetingar um arbeiði á frídøgum, í skeivum arbeiðstíðum, vikuskiftum, tilkallivaktir og annað. Hesir sáttmálar eru serstakir, júst tí teir umfata røktar- og umsorganararbeiði. 

Lønarlyft er næst á skrá
Í semjuni fáa maskinmeistararnir hjá SEV og IRF í meðal somu lønarhækking, sum hini feløgini á landsalmenna og kommunala arbeiðsmarknaðinum hava fingið. Maskinmeistararnir hjá SEV og IRF fáa 3,8 prosent oman á lønina 1. oktober 2022, 4,2 prosent 1. oktober 2023 og 4,75 prosent 1. oktober 2024.

Tó er eitt protokollat, eitt ískoyti, í semjuni, sum sigur, at partarnir í sáttmálaskeiðnum – tað er áðrenn 1. oktober næsta ár – skulu endurskoða lønarflokkingarnar og flokkingingina av leiðandi størvunum, sum maskinmeistarar røkja á økinum.

Maskinmeistarafelagið hevur annars leingi havt eitt ynski um eitt generelt lønarlyft, fyri at føroysku maskinmeistaralønirnar um ikki annað kunnu nærkast lønarlagnum í londunum rundan um okkum – ikki minst havandi í huga, at kappingin um maskinmeistararnar gongur fyri seg á einum altjóða arbeiðsmarknað.

Raðfestu arbeiðstíðsreglur
Men longu fyrst í juli, áðrenn samráðingarnar við KAF slitnaðu, og semingsmaðurin kom uppí, hevði Maskinmeistarafelagið lagt at kalla øll krøv um lønarbatar út um lønarkarmin til síðis fyri fyrst. Hetta var gjørt, tí líkindini fyri at fáa eitt lyft vórðu hildin at vera so vánalig, at samráðingartoymið heldur vildi hugsavna seg um arbeiðstíðarreglurnar og brúka allar kreftirnar uppá tær.

- Tað var so kompromisið, vit sjálv gjørdu innanhýsis, tí alternativið var, at vit kanska endaðu við onki at flyta og onki at fáa uttan bara lønarkarmin. Vit eru als ikki nøgd við lønina, sum nú er so niðurpínd, at hon beinleiðis rekur føroyskar maskinmeistarar av landinum. Hetta vóni eg, at mótparturin fatar, og vit skulu í hvussu er longu í næstum seta okkum at hyggja uppá flokkingarnar, soleiðis sum protokollatið fyriskrivar.

- Sum gongdin bleiv í samráðingunum og semingsroyndunum, hava høvuðstrupulleikarnir í sáttmálanum býtt seg í tveir høvuðslutir, har annar er arbeiðstíðsreglurnar, sum nú eru ásettar í sáttmálanum, og hin er lønarspurningurin, sum vit altso taka fatur í longu í sambandi við flokkingarnar, og sum eisini fer at verða sjónligur, tá vit um bara 10 mánaðir aftur skulu samráðast um sjálvan sáttmálan, sigur Arnfinn Bech.

Í fyrstu syftu kunnu maskinmeistararnir hjá SEV og IRF tó gleða seg til eina lønarútgjalding til jóla, ið veruliga munar. Tí, nú semjan er fingin til høldar, skal lønin hjá maskinmeistarunum javnast afturvirkandi frá 1. oktober 2022 samsvarandi prosentsatsunum í semjuni. 

- Onkur helt okkum kanska vera svakar, men vit fóru miðvíst eftir at fáa knæsett arbeiðstíðsreglur í sáttmálanum, og tað eydnaðist, so eg eri sjálvsagt nøgdur, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, sum her skrivar undir semjuna við KAF

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo