Landsbankin: Úrslitið áðrenn skatt hjá bankunum vaks munandi í 2023 samanborið við undanfarin ár. Serliga orsakað av framgongd í grundrakstrinum, men eisini kursjavning gav eitt positivt ískoyti til úrslitið í 2023, eins og lágu niðurskrivingarnar vóru við til at gera úrslitið í 2023 betri enn í undanfarnu árunum.
Vøksturin í grundrakstrinum í 2023 stavar í stóran mun frá øktum nettorentuinntøkum. Nettorentuinntøkur er munurin millum rentuinntøkur frá útlánum og rentuútreiðslum á innlánum. Nettorentuinntøkurnar eru øktar seinastu tvey árini, tí føroysku bankarnir hava økt útlánsrentuna meira enn innlánsrentuna, ið merkir, at rentumarginalurin er øktur.
Hinvegin hava inntøkurnar frá ómaksgjøldum verið lægri í 2021 - 2023, enn í undanfarnu árunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo