Búskapur og Vinna: Á partabrævamarknaðinum sæst framburðurin í hækkandi kursinum hjá tøknirisunum. Í búskapinum sæst tað aftur í øktum produktiviteti hjá arbeiðsmegini. Vitlíki hevur av álvara gjørt innrás síðstu tvey árini, men tað væntast eisini at seta sín dám á gongdina komandi árini. Tað er ein av niðurstøðunum hjá Arnfinni Gudjónsson, íløguleiðara í Lív, sum er gestur í sendingini Búskapur & Vinna í kvøld.
Saman við vertinum Johnny í Grótinum tekur Arnfinn samanum árið á børsmarknaðunum higartil í ár og útlitini fyri 2025. Í tí sambandi viðgera teir eisini jaligu móttøkuna hjá partabrævaíleggjarum av valinum av Donald Trump til nýggjan forseta í USA. Útlit eru til, at renturnar í Evropa lækkað 1,75 prosentstig aftrat komandi árið, sum fer at lætta heilt væl um hjá føroysku húskjunum eisini.
Stovnar og vinnan eftirlýsa poltiska støðutakan
Umframt ávirkanina á altjóða búskaparstøðuna verður ávirkanin av vitlíki á føroysku vinnuna eisini umrøtt. Føroyskt vinnulív og fleiri almennir stovnar eftirlýstu í september, at Landsstýrið tók politisk stig til at raðfesta og taka støðu til vitlíki í føroyska samfelagnum.
Staðfest bleiv, at menningin av vitlíki gongur skjótari, enn vit hava sæð við nakrari aðrari tøkni í søguni. Vit standa fyri eini kollvelting. Allir geirar í samfelagnum verða ávirkaðir. Ja, sjálvt fólkaræði er undir trýsti. Samstundis eiga vit sum land eru klár til at gagnnýta teir møguleikar, sum vitlíki hevur, og eisini taka støðu til, hvussu vit verja okkum fyri møguligu neiligu ávirkanini av tøknini. Raðfesting á hesum økinum verður avgerandi fyri at varðveita okkara mál, mentan og vælferð.
Føroyskar fyritøkur gagnnýta vitlíki
Robert Sivertsen og Manuel Delgado frá fyritøkuni Brúsá eru eisini gestir í sendingini í kvøld. Brúsá hevur í eina tíð bjóða út skeið til fyritøkur og stovnar, sum ynskja at nema sær førleikar til at gagnnýta vitlíki til at styrkja marknaðarføringina og søluna á netinum.
- Tað hevur eydnast sera væl hjá okkara skeiðsluttakarum at fáa størri gagn burtur úr vitlíki, greiðir Manuel Delgado frá. Alt frá at fáa framleitt uppskot til tekstir, svara kundum sjálvvirkandi umvegis chatbots og gera grafiskt tilfar skjótt og ómakaleyst.
Eins og føroyska vinnulívið gjørdi í september eftirlýsir Robert Sivertsen, stjóri í Brúsá, at føroysku myndugleikarnir taka avbjóðingarnar í størri álvara.
- Almennu Føroyar hava gjørt íløgur í Talgildu Føroyar, sum er gott, tí Samleikin og Vangin rigga sera væl, sigur Robert. Men tað er neyðugt, at vit í Føroyum eisini fáa nøktandi talgilt undirstøðukervi fyri eitt nú vinnuskráseting. Her eru vit eftirbátar sum er. Landið má raðfesta at gera størri íløgur í talgildingina, um vit skulu kunna gagnnýta nýggju tøknina til fulnar og á ein tryggan hátt.
Sendingin Búskapur & Vinna verður at síggja á Rás 1 í Televarpinum í kvøld klokkan 21. Eisini verður sendingin endursend sunnukvøldið. Seinni verður hon eisini tøk saman við hinum 31 sendingunum á heimasíðuni hjá Televarpinum, www.tv.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo