Eisini Betri Banki hevur fingið kravboð frá Fíggjareftirlitinum, sum var á eftirlitsvitjan hjá føroysku peningastovnunum í mai. Betri skal hava fastar mannagongdir sum tryggja, at bankin kennir kundan betri, tá viðurskiftini hjá kundanum broyta seg.
Hesi boðini fær Betri banki tí Fíggjareftirlitið metir, at tað er ein vandi fyri, at banki verður brúktur til hvítvask og til at fíggja yvirgangsvirksemi. Og bankin er ikki nóg væl inni í fíggjarviðurskiftunum hjá viðskiftafólkunum, serliga tá broytingar henda, fær bankin at vita frá Fíggjareftirlitinum.
Betri Banki sigur, at hann tekur boðini frá Fíggjareftirlitinum til eftirtektar.
Fíggjareftirlitið var eisini á eftirlitsvitjan hjá hinum føroysku peningastovnunum í mai, og allir hava í størri ella minni mun fingið kravboð um ábøtur og broytingar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo