Fiskamarknaður Føroya: Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí. Hann er eystanfyri og fiskar mest av hýsu og toski. Hann kemur at landa mánadagin. 10 frystilínuskip eru við Føroyar. Væntandi koma øll inn í vikuni. Skipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.
Streymurin verður ikki tann besti og veðurvánirnar eru ógvuliga skiftandi, so vit vantað ikki nógvan útróður. Kanska nakrir av teimum størru útróðrabátunum fara at gera onkran túrin. Fiskaríið er gott.
Tríggir ísfiskatrolarar eru á Íslandsrygginum og fiska tosk. Allir landa fyrst ella miðskeiðis í vikuni. Ein frystitrolarir fiskar svartkalva.
Øll pørini uttan eitt eru til fiskarí. Tey fiska mest upsa og so nakað av hvítum fiski. Øll koma at landa fyri jól.
Tríggir trolbátar eru á Skeivabanka og fiska havtasku og tveir eru norðanfyri og fiska mest av toski og hýsu. Allir landa í vikuni.
Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskarí er brúkiligt. Øll landa í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo