Hagstovan: Prísirnir hækka ikki við somu ferð, sum teir hava gjørt. Prísirnir eru hækkaðir 0,8 prosent frá november í 2023 til november í 2024. Prísvøksturin á mati er framvegis stórur samanborið við prísvøksturin á øðrum vørum og tænastum.
Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri prísvøkstur í Føroyum, sum eisini verður nevnt inflatión. Nýggjasta uppgerðin er fyri november í ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo