Fiskimálaráðið: Føroyar og Russland hava gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2025. Talan var um talgildan fund.
Munandi skerjingar eru í botnfiskakvotunum í Barentshavinum í 2025. Tí var eisini væntandi, at Føroyum fór at standa í boði lægri kvotur av toski og hýsu í russiskum sjógvi í 2025, samanborið við 2024.
Føroyska lækkingin verður tó eitt vet minni enn lækkingin í heildarkvotuni. Toskakvotan lækkar við 23,8% og hýsukvotan við 4,5%. Føroyska kvotan av flatfiski og rækjukvotan verða óbroyttar í mun til 2024.
Føroysku kvoturnar í russiskum sjógvi í 2025 verða sostatt hesar: Toskur 7.445 tons, hýsa 1.000 tons, flatfiskur 900 tons og rækjur 4.000 tons.
Seinastu árini hevur ein avmarking verið, at bert eitt føroyskt skip kann fara á norðaru leiðirnar í russiskum sjógvi at fiska rækjur. Í avtaluni hava Føroyar fingið betrað um hesar fortreytir, soleiðis at tvey skip nú kunnu vera til fiskiskap á norðaru leiðunum samstundis.
Í føroyskum sjógvi lækka russisku kvoturnar av makreli og norðhavssild. Russiska makrelkvotan lækkar við 34,3%, og kvotan av norðhavssild lækkar við 10,6%. Kvotan av svartkjafti verður óbroytt í mun til 2024.
Russisku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2025 verða hesar: Svartkjaftur 75.000 tons, makrelur 8.080 tons og sild 5.800 tons.
Russisk skip fáa í 2025 atgongd til føroyskan sjógv at fiska í mesta lagi 52.612 tons av svartkjaftakvotuni, sum russisk skip hava í altjóða sjógvi, hetta er ein lítil lækking í nøgd í mun til 2024.
Russisk skip hava í 2025 ikki atgongd at fiska í serøkinum hjá Føroyum og Bretlandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo