Meginfelag Búnaðarmanna hevur sett nýggjan stjóra – tann 3. í søgu felagsins.
Nýggi stjórin er Tony Weyhe og byrjar hann í starvinum 01. januar 2025.
Hesum boðar MBM frá í tíðindaskrivi í dag. Hann avloysir Hákun Steingrímsson.
Tony Weihe starvast longu framman undan sambært heimasíðuni hjá MBM sum virkisleiðari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo