ICES er munandi meira bjartskygt í sínum tilmæli um fiskiskap undir Føroyum í sínum nýggjasta tilmæli í mun til tað sum annars hevur verið galdandi.
Batar eru at síggja hjá toskinum á landgrunninum, eftir at hava mælt frá at fiska sigur ICES nú, at smá 3.000 tons kunnu fiskast. Føroya Banki klárar 575 tons, í mun til 78 tons í ár og fiskiskapurin eftir upsa kann vaksa 58%, sigur ICES.
Sagt við øðrum orðum, kann fiskiskapurin á Føroya Banka vaksa við 637%, eftir upsa við 58% og fiskiskapurin eftir hýsu kann vaksa við hálvum prosenti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo