Framherji hevur keypt hetlendska uppsjóvarskipið Serene og yvirtekur tað í 2026.
Tað skrivar portal.fo.
Serene skal avloysa Fagraberg.
Hóast avtalan er undirskrivað, so verður skipið ikki yvirtikið fyrr enn í 2026.
- Núverandi eigararnir skulu byggja nýtt skip, sum teir fáa í 2026, og sama ár fáa vit Serene, sum tá verður átta ár, sigur Anfinn Olsen við portal.fo.
Hóast skipið er átta ár tá ið Framherji yvirtekur skipið, so er talan um eitt skip, sum er sum nýtt, av tí at hetlendingar ikki fiska líka nógv sum føroyingar, og tí er minni slit á skipunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo