Hagstovan: Góðar 12,7 milliardir vóru útgoldnar í A-skattaðum lønum seinasta tólv mánaða tíðarskeiðið frá desember í fjør til november í ár.
Lønirnar vóru 731 milliónir krónur, ella 6,1 prosent, størri í tíðarskeiðinum frá desember 2023 til november 2024 enn undanfarnu 12 mánaðirnar.
Gongdin vísir, at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini.
Lønin hjá kvinnum vaksin tíggju prosent
Vøksturin hjá kvinnum hevur verið javnari seinastu árini, meðan lønargongdin hjá monnum í størri mun varð ávirkað av koronufarstóttini. Í longri tíðarskeið hava menninir forvunnið umleið 60 prosent og kvinnurnar 40 prosent av samlaðu lønunum.
Vøksturin í lønargjaldingunum seinasta tólv mánaða tíðarskeiðið hevur tó verið størri hjá kvinnum enn hjá monnum. Av samlaða vøkstrinum á 731 milliónum krónum, áttu kvinnurnar yvir 60 prosent við 450 milliónum krónum. Lønin hjá kvinnum var tíggju prosent hægri samanborið við undanfarna tíðarskeið, meðan lønin hjá monnum var næstan fýra prosent hægri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo