Seinastu dagarnar hevur fyrrverandi írska farmaskipið Arklow Cadet, ligið á Runavík. Skipið er keypt til Føroyar av Sp/f Vermland, við Niels Andrias Mortensen í Streymnesi. Skipið kemur í flotan fyri Vermland, sum er seldur til Norra.
Tað skrivar Føroyska Heimamissiónin á facebook.
-Vit hava í eina tíð hugt eftir størri skipið fyri Vermland. Um veturin er tað mangan sjaskveður á leiðini millum Norra og Ísland. Tí skulu vit hava eitt hóskandi stórt og gott skip, fyri at kunna veita góða og støðuga tænastu, sigur Niels Andrias Mortensen.
-Skipið vit nú hava keypt er væl størri enn Vermland. Tað er somu longd, men er umleið 1,5 metrar breiðari og lastar 3000 tons av alifóðri. Harafturat hevur tað beina gron, sum ger tað betri at sigla við, sigur Niels Andrias.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo