Fiskamarknaður Føroya: Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí. Hann er eystanfyri og fiskar mest av hýsu. Hann kemur at landað fyrst í aðru viku. 10 frystilínuskip eru við Føroyar og eitt er við Ísland. Skipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.
Streymurin verður ikki tann besti og veðurvánirnar eru ógvuliga skiftandi, so vit væntað ikki nógvan útróður. Kanska nakrir av teimum størru útróðrabátunum fara at gera onkran túrin.
Bara ein frystitrolari er úti. Hann fiskar svartkalva. Vit rokna við at onkur trolari fer út í næstum.
Fýra pør eru til fiskarí. Tey fiska mest upsa og so nakað av hvítum fiski. Veðrið hevur verið vánaligt, so tað er ikki komið so nógv burturúr. Væntandi landa trý pør í vikuni. Helst fer okkurt parið avstað í næstum.
Bara ein trolbátur er úti til fiskarí. Hann fiskar havtasku. Væntandi fer onkur trolbátur avstað tá veðrið verður betri.
Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er smáligt. Øll landa í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo