Mánadagin vitjaði Dennis Holm, landsstýrismaður, MEST, sum er ein av størstu fyritøkum í landinum.
Mouritz Mohr, stjóri á MEST, tók ímóti og greiddi frá virkseminum á MEST.
Virksemið á MEST fevnir m.a. um at byggja nýggj skip og at umvæla og viðlíkahalda skip. MEST hevur eisini annað virksemi kring landið.
Millum mongu uppgávurnar hevur MEST seinasta árið arbeitt við prosjekteringini av nýggju strandfaraskipunum til smærri oyggjaleiðirnar hjá Strandfaraskipum Landsins.
Landsstýrið hevur sett á skrá at byggja nýggj skip til smærri oyggjaleiðirnar. Sum kunnugt er nýggja Kalsoyarskipið fyrst á skrá, og prosjekteringin av Kalsoyarskipinum er komin væl áleiðis. Í næstum verður farið undir sjálva tilgongdina at skipa útbjóðingina av byggingini.
“Tað er at fegnast um, at fyritøkur í Føroyum megna at lyfta uppgávur sum at prosjektera nýggj skip til Strandfaraskip Landsins, soleiðis at uppgávur av hesum slagi kunnu loysast í Føroyum”, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
Á MEST arbeiða um 500 fólk, og MEST er eisini eitt av størstu læruplássunum í landinum. Í løtuni eru fleiri enn 75 lærlingar á MEST.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo