Hagstovan: Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru í miðal lækkaðir 2,7 prosent frá november í 2023 til november í 2024.
Miðalprísurin á olju, ið fer til upphiting av býli, er lækkaður 7,5 prosent seinasta árið, og tað togar prísvøksturin niður. Rentuútreiðslurnar ávirka prístalið minni hesaferð enn til undanfarnu uppgerðirnar seinasta hálvtannað árið.
El- og fjarhitaprísurin hækkaði í januar í 2024. Prísirnir eru sostatt hægri í november í 2024, enn teir vóru í november 2023. Serliga elprísurin sveiggjar nógv í londunum kring okkum. Her skilir prísgongdin í Føroyum seg frá gongdini í øðrum londum, sum eisini er ein av orsøkunum til, at prísvøksturin í Føroyum ikki neyðturviliga er á sama stigi, sum í øðrum londum. Seinastu fýra árini er elprísurin í Danmark hækkaður 41 prosent, meðan elprísurin í Føroyum er hækkaður 17 prosent.
Brenniolja til upphiting av býlum og brennievni til akfør eru lutfalsliga stórur partur av samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi og hevur tí eisini lutfalsliga stóra ávirkan á brúkaraprístalið. Prísurin á brennievni til flutning er lækkaður næstan tíggju prosent.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo