07 Vestur: Michael hevur boðað felagnum frá, at saknurin eftir familjuni er vorðin ov stórur og at hann tí ynskir at fara heim til familjuna í Danmark.
Vit í 07 Vestur eru hørm um uppsøgnina, men nevndin hevur tikið uppsøgnina til eftirtektar.
Vit vilja takka Michael fyri tíðina í felagnum, fyri góðu úrslitini, og harvið besta kappingarár hjá Betri deildini í søgu felagsins. Vit ynskja Michael og familju hansara alt tað besta framyvir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo