Vesturvarði er í dag komin á Sørvág.
Skipið er bygt í Thyborøn men keypt úr Orknoyggjum til Sørvágs, eftir at tað var aftur á skipasmiðjuni í Thyborøn ein túr, har tað er longt seks metrar, so tað nú er góðar 41 metrar langt.
Vesturvarði hevur kølitangar og er útgjørdur at fiska við tveimum trolum.
Móttøka er fyri øllum áhugaðum á kajuni við Vestmek.
Fróði H. Poulsen tók myndirnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo