Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Mynd: Jón K. Joensen

Mynd: Jón K. Joensen

Mynd: Jón K. Joensen

Atlantic Airways: Sum áður kunngjørt fer Atlantic Airways at flúgva beinleiðis til Berlin í sambandi við, at føroyska A-landsliðið hjá monnum í hondbólti skal luttaka í EM-endaspælinum í januar 2024.

Fyri stuttum varð boðað frá, at Atlantic Airways fer at senda trý flogfør til Berlin. Men hetta talið er nú tvífaldað.

- Áhugin fyri at sleppa til Berlin at stuðla føroyska hondbóltslandsliðnum hjá monnum til EM-endaspælið er so mikið stórur, at vit hava valt at tvífalda talið á flogferðum beinleiðis til Berlin í januar 2024, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

- Tað merkir, at vit fara at hava sløk 900 setur til taks á seks ymiskum fráferðum í døgunum uppundir dystirnar hjá Føroyum, og tá ferðaseðlarnir eru settir til sølu í komandi viku, eftirmeta vit sjálvandi eftirspurningin so hvørt.

Fyrsta flogferðin beinleiðis úr Vágum til Berlin verður 9. januar 2024, tá føroysku landsliðsspælararnir eftir ætlan eisini fara avstað.

Síðani verður flogið tríggjar ferðir 10. januar og tvær ferðir 11. januar 2024. 11. januar verður flogið soleiðis, at tey, ið fara avstað hendan dagin, sjálvandi eisini náa til dystin móti Slovenia sama kvøld kl. 18.00. 

Heimferðirnar til Føroya verða 16. januar 2024.

Prísurin fyri at flúgva beinleiðis til Berlin verður úr 3.595 kr. aftur og fram, og sølan byrjar týsdagin 30. mai 2023 kl. 13.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo