Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Ítróttarfelagið Frælsi: Leygardagin 2. september verður árliga tiltakið hjá Ítróttarfelagum Frælsi. Hetta er 10. ferð skipað verður fyri Føroya vakrasta hálvmaraton, har runnið verður úr Gásadali til Sandavágs.

Higartil hava yvir 700 luttakarar teknað seg til at ganga ella at renna teinin á 21.0975 km. Freistin at tekna seg ella at gera broytingar í tilmeldingini er 26. august. Lagt verður upp til at tey sum klára at gjøgnumføra teinin innan 3 tímar, tekna seg til at renna.

#FVHM er eitt heildagstiltak. Tað er veitsludámur her vesturi, rutan er einastandandi vøkur og á túrinum er livandi tónleikur.

Luttakarafjøldin er fjølbroytt heilt frá ídnastu rennaranum vit hava, til tey, sum njóta ein gongutúr og allar variatiónir har ímillum; fleiri arbeiðspláss luttaka, bólkar av vinfólki og so framvegis.

Eitt ávíst luttakaratal eru útlendingar og hetta setir sín dám, tá tú kemur móti málinum við flaggrøðini Vága kommuna setur upp á hvørjum ári.

Higartil eru luttakarar frá 10 ymiskum londum sum koma at renna úr Gásadali til Sandavágs.

Tú stuðlar tá tú luttekur í Føroya vakrasta hálvmaratonn
Eins og undanfarin ár fara 100 kr av luttøkugjaldinum hjá gangarum til Krabbameinsfelagið og rennarar kunnu velja at stuðla eisini.
Ítróttarfelag Frælsi letur eisini altíð stuðul til Beran í sambandi við #FVHM. Berin er sorgarbólkur fyri børn, ið hava mist ein av sínum nærmastu.

Gásadalstunnilin og Vatnavegurin stongdir
Fyri trygdina hjá teimum sum luttaka verður Gásadalstunnilin stongdur frá kl. 9.45 til kl. 11.30 og Vatnavegin frá kl. 11.30 til kl. 13.00.

Frá kl. 13.00 til 14.00 verður skipað konvoykoyring frá rundkoyringini við FK í Miðvági til flogvøllin.

Koma á mál við Sandavágs kirkju
Tey sum tekna seg til #FVHM møta í ítróttarhøllini á Giljanesi, har startnummar verður heintað, síðan verða luttakararnir førdir við bussum frá Giljanesi til Gásadals. Tey sum luttaka við at ganga túrin fara kl. 9.00 og ímeðan tey sum skulu renna fara frá Giljanesi kl. 10.00. Skotið verður í gongd kl. 10.00 hjá gangarum og kl. 11.00 hjá rennarum í Gásadali.

Tá komið verður á mál við Sandavágs kirkju, fáa øll tey sum hava gjøgnumført teir 21.0975 km eitt heiðursmerki fyri luttøku skapað sum Vágar, har rutan runnið ella gingið hevur verið eisini er markera. Myndaboksin verður eisini til staðar á málinum, stuttligt at hava eina mynd at minnast afturá. Aftaná bjóðar Ítróttarfelagið Frælsi ein miðmála, á Giljanesi, við laksi frá Hiddenfjord, og heima bakstur afturvið kaffi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo