Country Festivalurin: Hetta er 10’indi Country Festivalur sum sær dagsljós í Føroyum.
Sjálvt um Sørvágs Country Festivalur fór av bakkastokki í gjár, við tiltøkum til tey eldru, so byrjarar hugnaligi og vælumtókti festivalurin av álvara í dag við Bassafestivalinum til tey smáu. Fríggjakvøld og leygarkvøld framføra høvuðsnøvnini til ársins festival.
Fríggjakvøld kl. 2200 framførir Chad Brock á Dunga Palli, við egnum løgum og eisini við Meira væl kendum cover løgum vit øll kennast aftur við.
Leygarkvøldið verður tað Buddy Jewell úr Nashville, ið framførir á Dunga Palli kl. 2200. Buddy hevur fingið stóra viðurkenning fyri sín countrytónleik í USA. Við Grammy tilnevningum og heitinum "Ársins undirhaldari" í Country Gospel Music hevur Amerika av álvara tikið Buddy til sín sum yndis sangara og sangskrivara.
Hóast útlendsk nøvn, skrivar Country Festivalurin í tíðindaskrivið, at festivalurin er fullur av góðum føroyskum nøvnum, sum øll eru spent at sleppa at spæla tónleik til festivalar aftur. Millum annað verða Hallur Joensen, Magni Christiansen, Kristina Bærendsen, Tinganest, Blátt Gras og fleiri at hoyra í Sørvági í vikuskiftinum, sum øll á sínum serstaka hátt fara framføra við góðum og frískum countrytónleiki.
Í alt verða 2 nøvn úr USA og heili 14 lokal føroysk nøvn at hitta á ársins Country Festivali í ár.
Eisini verður skipað fyri busskoyring til Tórshavn, hvørja nátt kl. 03.00.
Sí heimasíðuna hjá Country Festivalinum www.country.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo