Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Mynd: Kiran Jóanesarson/Fiskur.fo

Mynd: Kiran Jóanesarson/Fiskur.fo

Mynd: Kiran Jóanesarson/Fiskur.fo

Línuskipið Eivind er farið til Eysturgrønlands at taka móti fiski frá jollufiskarum og skal vera har yviri so leingi veður er til tað og nakað er at fáa, sigur Hálvdan Gudmundsen, reiðari, við VP.

Eivind skal taka móti fiskinum á Tasilaq-leiðini í Eysturgrønlandi, og sambært Hálvdan Gudmundsen, so er ikki tikin avgerð um enn, hvar fiskurin skal avreiðast, antin tað verður í Grønlandi ella í Íslandi.

Sáttmálin er fingin í lag millum reiðaríið og Royal Greenland, og er hetta í sambandi við ætlanirnar um at gera eitt flakavirkið í Tasilaq.

- Nú vil mann gera eina roynd á hesi leiðini, áðrenn farið verður undir at gera eitt flakavirkið, sigur Hálvdan Gudmundsen.

Eivind kann hava 270 tons av frystum fiski í lastini.

Eivind hevur tikið móti fiski í Grønlandi fyrr og var tað eitt stutt skifti í 2016.

Jollufiskararnir í Eysturgrønlandi hava fingið eina eykakvotu á 5.500 tons.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo