![Midgardur](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/Midgardur.png)
Ansingarstovnurin Miðgarður í Miðvági. Av tí at starvsfólkatrot er á stovninum í Sandavági, er ætlanin at flyta vøggustovubørnini í Sandavági til Miðvágs

Kringvarpið: - Starvsfólkatrotið er ein veruligur trupulleiki, og tað viðurkenna vit. Men loysnin stendur ikki í mát við trupulleikan.
Tað sigur Holgar Johannesen, ið er ein av stigtakarunum til mótmælisskrivið, sum varð handað borgarstjóranum í Vága kommunu í gjár.
82 fólk skrivaðu undir.
Mótmælt verður, tí ætlan er at gera bygnaðarbroytingar á dagstovnaøkinum í Vága kommunu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo