Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága kommuna: Vága kommuna hevur sett Búgva Róin í starv sum gartnari í kommununi.

Býráðið í Vága kommuna hevur, við Visjón 2032, sett sær fyri, at raðfesta býarumhvørvið, trivnað og burðardygg menning sum nakrar av grundsúlunum undir kommununi næstu 10 árini.

Sum ein part av hesum, ynskir kommunan at menna tað grøna økið á ein burðardyggan hátt til frama fyri býarumhvørvið og trivna. Í tí sambandi varð søkt eftir einum gartnara at hava ábyrgdina av grøna økinum í kommununi.

Saman við einum toymi av dugnaligum starvsfólkum, kemur Búgvi at hava yvirskipaðu ábyrgdin av grøna økinum í kommunu. Hetta umfatar skipan og viðlíkahald av viðarlundum og miðstaðarøkjum, umframt at skapa og skipa møgulig nýggj grøn átøk og verða toghaldari á verkætlanum á umhvørvisøkinum. Eisini fevna uppgávurnar um at fríðka uttanfyri stovnar, skúlar, sambýli, kirkjugarðar v.m.

Búgvi er 50 ár og útbúgvin anlegsgartnari í Stenstrup við Svendborg á Fjóni. Hann hevur drúgvar royndir á økinum. Síðan Búgvi var liðugt útbúgvin í 1999, hevur hann virkað sum gartnari í Føroyum, við egnari gartnarafyritøku frá 2000 fram til 2017. Hann hevur seinastu 6 árini starvast sum býargartnari hjá Runavíkar kommunu.

Búgvi er ógvuliga tilvitaður um umhvørvi og náttúruvernd, og leggur dent á, at skilja og endurnýta avgrevstur og annan vøkstur.

Sjálvur annar, hevur Búgvi givið út vælumtóktu "Urtagarðsbókin" fyri ársskiftið 2022, har hann stóð fyri tí fakliga tekstinum í bókini.

Búgvi byrjar í starvinum mánadagin 19. juni 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo