Umhvørvisstovan: Umhvørvisstovan hevur góðkent umhvørvisárinsmetingina fyri sólorkuverk á tekjunum á smoltstøðini hjá P/F Luna á Fútakletti..
Sólorkuskipanin verður uppbygd av 6.000 sólpanelum upp á tilsamans 15.000 fermetrar. Samlaði framleiðslumátturin verður uml. 2.500 kW, og samlaða elframleiðslan væntandi uml. 1.300.000 kWt um árið.
Sambært § 16 í elveitingarlógini skal umhvørvisárinsmeting gerast og góðkennast, áðrenn loyvi til framleiðslu av ravmagni verður givið.
Í árinsmetingini skal verða mett um, hvørjar møguligar fylgjur ætlaða virksemið kann hava fyri náttúru og umhvørvi.
Góðkenningin kann síggjast her
Almenna lýsingin av góðkenningini kann síggjast her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo