Fyriskipararnir: Tann 16. septembur er altjóða ruddingardagur, og í samstarvið við Rudda Føroyar eru lokalir samskiparar í bæði Vága- og Sørvágs kommunu farnir í gongd við fyrireikingarnar.
Í tí sambandi verður heitt á vágafólk - bæði á einstaklingar, stovnar og fyritøkur, at tekna seg sum sjálvboðin at rudda í teirra bygd, og eisini at koma við góðum hugskotum til økir, har mett verður at serligur tørvur er á at rudda.
Tekna teg/tykkum til at rudda tann 16. septembur við at trýsta her
Meira kunning kemur út seinni á Facebook og á heimasíðum hjá kommununum.
Um tú hevur ein spurning ella vilt gera vart við okkurt, ert tú vælkomin at seta teg í samband við ein av lokalu samskiparunum í økinum:
Rakul Heygsá, Gásadalur. Tlf. 582485
Rannvá í Løðu, Bøur. Tlf. 226998
Sóley Gásdal, Sørvágur. Tlf. 220538
Bryndis í Dali, Miðvágur. Tlf. 266455
Sóley Kerlok, Sandavágur. Tlf. 519855
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo