Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága kommuna: Á fyrsta býráðsfundi eftir summarsteðgin, boðaði Herborg H. Gaardlykke frá, at hon tók seg úr býráðnum.

Herborg H. Gaardlykke varð vald fyri fyrstu fer í býráðið á kommunuvalinum í november 2020, einans 19 ára gomul og lesandi á triðja ári á Glasi.

Men nú hevur hon valt at fara víðari við sínum lesnaði og flytur til Keypmannahavnar at lesa.

Inn fyri Herborg er komin ein annar nýggjur ungur býráðspolitikari, Jóhannus Hansen úr Sandavági.

Av tí sama skuldu nevndirnar í býráðnum veljast av nýggjum og varð tað gjørt á býráðsfundinum sum var týskvøldið 29. august, nýggju nevndirnar kunnu síggjast við at klikkja her.

- Vit takka Herborg fyri hennara tíð og góða samstarv í býráðsarbeiðinum, og ynskja henni bestu eydnu við lesnaðinum, og samstundis vilja vit bjóða Jóhannus Hansen vælkomnan í býráðið, skrivar borgarstjórin, Bjarni Prior, á heimasíðuni hjá Vága kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo