Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Countryfestivalurin: Í Sørvági er fagrasta veður og í kvøld verður árligi Countryfestivalurin skotin í gongd við einum útseldum eldratiltaki. Har fara Jørgen og Jákup við orkestri at syngja, spæla og undirhalda. Garpar koma at framføra sangir og sørvingurin, Pál Weihe, kemur at hugleiða.

Um vikuskiftið er árligi Countryfestivalurin í Sørvági. Longu eru hópin av húsvognum komnir til bygdina. Dungasandur er klæddur sum ein rættulig countrybygd og veðurforsøgnirnar eru avbera góðar. 

Í annaðkvøld, hóskvøldið kl. 17.00, verður Bassafestivalur á festivaløkinum. Fríggjakvøldið kl. 17.00 byrjar stóra brakið og kemur countrytónleikur at ljóma í Sørvági alt vikuskiftið við bæði útlendskum og føroyskum countrykongum. 

Vit gleða okkum til enn ein festival í Sørvági og vóna at síggja nógv fólk. Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni www.country.fo

Vit síggjast :-)

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo