![Pol skardenni](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/pol_skardenni.jpeg)
![Pol skardenni](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/pol_skardenni.jpeg)
KVF: Listamaðurin Pól Skarðenni er farin til Onglands, har hann fer at royna seg í málikappingini Paint Out Norwich í býnum Norwick.
100 luttakarar fara at kappast og kappingin gongur út upp á at mála átta málningar í átta dagar.
- Tað verður málað í átta dagar, hvønn dag á ymiskum støðum, sum fyrireikararnir hava valt frammanundan, greiður Pól Skarðenni frá.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo