Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

07 Vestur: Síðani Michael Schjønberg boðaði frá, at hann ynksti at verða loystur úr sáttmálanum hevur felagið leita eftir skikkaðum avloysara. Felagið hevur nú sett Lars Arne Nilsen sum høvuðsvenjara fyribils árið út. Um báðir partar eru nøgdir við samstarvið eftir kappingarenda halda partarnir fram við samstarvinum í 2024.

Lars Arne hevur drúgvar royndir sum venjari á høgum støði. Í 2015 leiddi hann Brann í Bergen til eitt 2. pláss í næstbestu norsku deildini og beinleiðis uppflyting. Árið eftir megnaði hann at leiða Brann til silvurpláss í bestu norsku deildini og í 2018 á eitt triðja pláss. Árini 2017 og 2019 luttók Brann í europisku undanumførunum. Lars Arne var kosin ársins venjari í Norra í 2016.

Í 2020 tók Lars Arne yvir í Ålesund FK sum tá var í næst bestu deildini, og flutti upp við liðnum longu árið eftir.

Lars Arne hevur ikki bert verið venjari á hægsta stigi í Norra, men hevur eisini roynt seg sum venjara í lægru deildunum við góðum úrslitum. Í 2012 vann hann m.a. norsku steypakappingina við Hødd sum tá lá í niðaru hálvu í næstbestu deildini.

07 Vestur hevur seinastu árini lagt stóra orku í at menna egið leikaratilfar. Við at seta Lars Arne í starv meta vit, at arbeiðið við at fáa okkara ungu evnaríku leikarar slúsaðar tann seinasta teinin inn á besta lið felagsins, vera í tryggum hondum.

Í tøttum samstarvi við Tór Ingar, Abraham, Símun, Rógva og Ivan og øll hini kring eldru U-liðini, skal Lars Arne tryggja, at tilgongdin av egnum ungum leikarum verður fylgd.

Vit ynskja Lars Arna vælkomnum í felagið og vóna, at okkara fantastisku fjepparar fara at taka væl ímóti honum, tá hann á fyrsta sinni kemur at standa á odda fyri liðnum í heimadystinum móti EB/S tann 2. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo