Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Zarepta: Sum tað sæst á Zarepta.fo er samlaða leguskráin rættiliga drúgv - frá fyrst í mei til mitt í oktobur.

Vetrarhálvuna eru tað ymsu samkomurnar runt landið sum nýta Zarepta til samkomu-vikuskiftislegur. 

Komandi vikuskifti, sunnudagin 25. juni, byrjar summarleguskráin við fyrstu ungdómsleguni sum er fyri tey 16-17 ára gomlu. Enn er pláss fyri leguluttakarum har, tilmeldingin fer fram á zarepta.fo. Legan endar leygarmorgunin 1. juli.

Næsta ungdómslegan, fyri tey sum eru 15 ár, byrjar so sunnudagin 2. juli. Har er eisini pláss fyri fleiri ungum, so meldið til á zarepta.fo.

Og síðani halda barnalegurnar fram, sí leguskránna á heimasíðuni. 

Endamálið við summarlegunum á Zarepta er neyvt tað sama sum av fyrstum - sum eisini stendur á zarepta.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo