Countryfestivalurin byrjar so smátt í kvøld, tá ið Eldratiltakið verður, men fríggjadagin klokkan 17 letur sjálvt økið upp, og tá verður alt klárt, sambært fyrireikarunum.
Longu nú eru einir 80 til 100 húsvognar komnir vestur og pallarnir eru so at siga klárir.
Og verður hugt eftir veðrinum, so verða líkindini av teim bestu til at hugna sær í Sørvági á Countryfestivalinum.
Áhugin fyri Eldratiltakinum í kvøld er stórur, og sjálvt um útselt er, so royna fyrireikararnir at vita, um ikki pláss fæst fyri nøkrum afturat. Kanska tað eydnast!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo