Granskingarráðið: Í kvøld verður Vísindavøkan á ferð í Sørvági. Tiltakið er á Sørvágs Bókasavni og byrjar kl. 19.
Á skránni verða tríggjar framløgur við granskarum, ið eru umleið 20 minuttir hvør.
Bogi Hansen frá Havstovuni fer at tosa um, hví páskamysingin er á páskum.
Noomi O. Gregersen frá FarGen greiðir frá fyrstu árslitinum av FarGen verkætlanini.
Katrin Hoydal frá Umhvørvisstovuni tosar um dálkandi evni í grindahvali.
Hetta er fjórða av fimm tiltøkum á ferð í september.
Fyrsta tiltakið var á Klaksvíkar Bókasavni, annað tiltakið á Bókasavninum við Løkin og triðja tiltakið á Sands Bókasavni.
Seinasta tiltakið verður í Miðlatúni í Vági mikukvøldi.
Sí skránna: her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo