Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

LÍV verður eisini tryggingarveitari hjá Havnar Handverkarafelag og øðrum feløgum næstu fimm árini. Tað er greitt, eftir at partarnir hava gjørt nýggjan sáttmála

- Í løtuni tykjast miðbankarnar í USA og Evropa at hava hildið renturnar høgar nóg leingi til, at teir kunnu tryggja sær, at inflatiónin veruliga er á veg niður

Framherji hevur keypt hetlendska uppsjóvarskipið Serene og yvirtekur tað í 2026

Hósdagin 19. desember 2024 kl. 13:30 verður hátíðarhald í sambandi við at nýggju tunlarnir norður um Fjall lata upp, sigur Landsverk

Í novembur fóru og komu fimm prosent færri ferðafólk um flogvøllin enn somu tíð í fjør. Men til 1. desembur eru fleiri ferðafólk í ár. Tey eru 3,2 prosent fleiri, skrivar KVF

- Men felagið vísir samstudis á, at neyðugt er at taka atlit til fólk, sum eru slitin av nógvum árum á arbeiðsmarknaðinum

Spurdur í amerikanskum sjónvarpi tók komandi amerikanski forsetin upp aftur, at framhaldandi amerikanskur Nato limaskapur er treytaður av, at onnur eisini gera sítt

John Dam, Osmund Justinussen, Mortan Johannesen og aðrir fortelja um fiskiskapin, Gamla Rætt verður gjørd og...ja...fordómarnir hava eisini frítt at fara. Føroyar - en nations undergang? eitur sendingin

Samstundis sigur USA seg hava bumbað 75 mál hjá ISIS í Sýria seinasta samdøgrið

- Men hvat kemur ístaðin vita vit ikki, vísa fleiri eygleiðarar á

Eingin veit við vissu at siga, hvar sýriski forsetin, Bashar al-Assad, er í løtuni, men gitt verður at hann er flýddur til Russlands

Strategiskt týdningarmikli býurin Homs er um at fella og herurin tekur seg aftur úr býnum

Eisini verður nú skylda at boða frá veiðuni, tá ein hevur verið og skotið

Teir vóru allir tríggir til staðar, tá Notre Dam kirkjan í París læt upp aftur í dag

Seinastu dagarnar hevur fyrrverandi írska farmaskipið Arklow Cadet, ligið á Runavík. Skipið er keypt til Føroyar av Sp/f Vermland, við Niels Andrias Mortensen í Streymnesi. Skipið kemur í flotan fyri Vermland, sum er seldur til Norra

Veðrið hevur verið vánaligt, so tað er ikki komið so nógv burturúr hjá pørunum sum eru úti. Her er metingin hjá Fiskamarknaðinum fyri vikuna sum kemur

Í dag var jólahald í Hesti. Her eru nakrar myndir

- Vit vita, at børnini, ið fáa hesar eskjurnar, liva undir truplum umstøðum. Tað eru børn, sum ofta ikki kenna til gleðina at fáa eina jólagávu

Tað eru greiðu boðini frá hansara advokati, Christian Andreasen, sum nú er komin upp í málið. - Um tú spyrt meg formelt so er Ivan Niclasen stjóri í Kringvarpinum í dag, sigur Christian Andreasen við Útvarpið kl 18

Roknskapurin visir, at Sev væntar eitt avlop fyri árið á góðar 48 mió. kr., sum verða brúktar til komandi íløgur, eitt nú til koblingsstøð og battarískipan í Sandoy

Føroyar og Ísland hava gjørt semju um sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2025. Samráðingarnar vóru á talgildum fundi 5. og 6. desember og vóru londini samd um at halda fram við somu avtalu, sum var galdandi fyri 2024

Eftir 37 ár í sessinum hevur Hermund Jacobsen valt at fara úr starvinum sum stjóri og eigari í grannskoðanarvirkinum Menta. Fríða Óladóttir Poulsen og Alvi Nielsen yvirtaka eigaralutin hjá Hermundi

Fakblaðið "Journalisten" hevur tosað við partarnar í málinum sum førdi til, at Ivan Niclasen, stjóri, varð koyrdur frá

Yvirlitini fyri 2024 yvir ognarviðurskiftini í fiskivinnuni og yvir fiskirættindi eru nú almannakunngjørd

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið undirskrivaðu tann 4. desember 2024, undir nýggjan tvey ára sáttmála fyri Føroya Tele og Posta

Á veg úr Thorlakshofn til Havnar koppaðu fleiri vognar við fiski

Hann byrjar í starvinum á nýggjárinum

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið undirskrivaðu tann 4. desember 2024, undir nýggjan tvey ára sáttmála fyri Vága Floghavn

Arbeiðið við grønu kósini endar sjalvsagt ikki í 2030. Hoyr Terja Nielsen, menningarleiðara hjá Sev greiða frá, hvørjar útbyggingar liggja í kortunum á grønu kósini

Eisini er uppskot um bygnaðarbroytingar á eykaaðalfundi hjá SEV í dag

Hóast teir í stødd eru minstu partrolararnir, í aldri millum teir elstu, teir komu í flotan í 1986, so hevur fiskiskapurin hjá trolarunum Jaspis og Ametyst roynst væl øll árini

Fleiri av hinum uttanríkisráðharrunum noktaðu at lurta eftir tí, hann hevði at siga, og rýmdu á dyr

Talið á handtøkum er vaksið við einum triðingi, brotini á revsilógina eru nærum tvífaldað, talið á neyðtøkum er nærum trífaldað og fráboðanir um húsaófrið eru meir enn ferfaldaðar frá 2019 til 2023, vísa feskastu hagtølini hjá politinum

Skjøl sum Rumenia hevur kunngjørt vísa, at Russland var sera ágangandi í síni uppíblanding í rumenska forsetavalið

Í gjárkvøldið varð jólatræið tendrað í Kirkjubø, og í fyrrakvøldið á Velbastað. Her eru nakrar myndir

Nøkur undantøk eru tó, og føroyska flaggið er eitt teirra

Í dag kunngerð Amnesty International í altjóða frágreiðing, at Ísrael fremur fólkadráp av palestinum í Gaza

Flestu skaðarnir eru í Klaksvík, har dagstovnar og skúli eru stongd í dag vegna veður

Sambært Veðurstøðunum hjá Landsverki er nógvur vindur í morgun

Arbeiðið verður boðið út næsta ár, og ætlanin er, at kirkjan skal vera liðug í 2027, skrivar KvF

Veðrið verður onki serligt næsta samdøgrið

Veðurforsøgnin sigur frá ringum veðri í morgin, hósdagin 5. desember. Leið 5 og leið 6 hjá Tórshavnar kommunu koyra tí ikki hósmorgunin. Roknast kann við, at leiðirnar taka koyringina upp aftur klokkan 11

Fleiri bilar steðgaðu upp. Pumpan við skitna bensininum er nú stongd

Bátadrátturin gevur bátaeigarum í Vestmanna møguleika at taka bátin upp til smærri ábøtur og viðlíkahald

Á partabrævamarknaðinum sæst framburðurin í hækkandi kursinum hjá tøknirisunum. Í búskapinum sæst tað aftur í øktum produktiviteti hjá arbeiðsmegini

Freistin at stilla upp var úti í dag  kl. 12.00

Eftir undantaksstøðu í gjár hava fakfeløgini í landinum í dag boðað frá aðalverkfalli, til forsetin leggur frá sær

Umhvørvisgóðkenningin er grundað á upplýsingar frá Sp/f Eldjarn um ætlaða virksemið á økinum á Skála

Loysir Ivan Niclasen av sum varð sagdur úr starvi í gjár

Í mun til sama tíðarskeið í fjør er talið á nýggjum akførum minkað nærum 23% frá januar til novembur í ár