Eftir undantaksstøðu í gjár hava fakfeløgini í Suðurkorea í dag boðað frá aðalverkfalli, til forsetin, Yoon Suk Yeol, leggur frá sær.
Tað var forsetin sum lýsti undantaksstøðuna, og eygleiðarar vísa á, at hetta hendi samstundis sum hann og kona hansara skuldu kannast í eini ríkisrættarsak, tí tey eru ákærd fyri mutur. Hann hevur eisini í seinastuni alsamt mist undirtøku.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo