Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsstýrið hevur sent eitt lógaruppskot til almenna hoyring, har endamálið við lógini er at gera tað so, at veiðitíðin eftir lunda, lomviga, álku og skarv byrjar 20. oktober og endar 31. desember.

Sum tað er nú, ber til at veiða lunda, lomviga og álku frá 1. oktober til 20. januar, og skarv í tíðarskeiðinum 1. oktober til 30. november.

Eisini verður álagt øllum, sum veiða svartfugl at boða Havstovuni frá veiðuni. Veiðan skal gerast upp eftir fuglaslagi og nøgd.

Í viðmerkingunum verður sagt, at tað at skjóta fugl er ein av fleiri hóttanum móti fugli, og hóast veiða ikki er størsta hóttanin, fer ein avmarking í veiðutíðini at gagna stovnunum. Hetta er serliga galdandi fyri lomviga og lunda, har stovnarnir vóru munandi størri fyri 50-100 árum síðani. Eingin veiða eftir lomviga og álku hevur verið á landi síðani áleið 1979, av tí at stovnurin tá varð mettur at vera nógv minkaður og tískil hóttur.

Fáar fuglateljingar og vantandi veiðitøl hava við sær, at tað er trupult at meta um avleiðingarnar fyri náttúru og umhvørvi. Kortini kann við rættiliga stórari vissu sigast, at veiðan er munandi meira effektiv enn fyrr, m.a. við stórum og skjóttgangandi bátum, sum sigla longri teinar, og at hetta ivaleyst hevur stóra ávirkan á veiðutrýstið.

Les alt uppskotið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo