Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umhvørvisstovan: Sp/F Eldjarn hevur fingið umhvørvisgóðkenning í sambandi við ætlað virksemi at handfara og goyma jarn og metal á matr. nr. 258 á Skála. Loyvi er lati við heimild í §§ 26, 29 og 36, stk. 3 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 , um umhvørvisvernd og §1, nr. 4 í kunngerð nr. 54 frá 3. mai 1994 , um at leggja eftirlits- og umsitingaruppgávur eftir umhvørvisverndarlógini til Umhvørvisstovuna, við seinni broytingum.

Umhvørvisgóðkenningin er grundað á upplýsingar frá Sp/f Eldjarn um ætlaða virksemið á økinum á Skála, sum liggur í D 21– økið, sum er tilskilað til havnaendamál í byggisamtykt fyri Skála.

Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal, í seinasta lagi 23. desember 2024, sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, 165 Argir, ella til us(at)us.fo

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónligan týdning fyri.

Les meira um at kæra her.

Leinki til umhvørvisgóðkenningina hjá Sp/f Eldjarn til at handfara og goyma jarn og metal á Skála:

Umhvørvisgóðkenning

Kunngerð um umhvørvisgóðkenning

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo