Harðrenda afturhaldsstýrið hjá Bashar al-Assad í Sýria er í nátt endað.
Sjálvur er hann eftir øllum at døma flýggjaður í einum privatflogfari, møguliga til Russlands. Hann hevur rátt fyri borgum síðani 2000. Hann arvaði forsetaembætið eftir pápan, Hafez al-Assad, sum eisini stýrdi landinum við jarnhond.
Úr hátalarunum í moskunum í Damaskus hoyrdist eyðkenda "Gud er stórur" herrópið, ímeðan mótmælisfólk feldu standmyndir av forsetanum.
Harvið sær út til, at 54 ár við harðrendum einaræði í Sýria er at enda komið, eftir at uppreistrardeildirnar gjørdu fleiri væl tilrættaløgd skjótálop, sum uppá minni enn tvær vikur hava skapt eina heilt nýggja støðu í Miðeystri.
Hvat nú?
At hvørki Iran ella Russland, sum annars hava hildið hondina yvir al-Assad, veittu honum eina hjálpandi hond, vísir, at dagarnir hjá honum í Sýria eru taldir.
Tann stóri spurningurin nú er, hvat kemur ístaðin.
Tað er felagsskapurin Hayat Tahrir al-Sham sum stendur á odda fyri kollveltingini, men fleiri aðrir hernaðarligir og hálvhernaðarligir bólkar eru eisini við. Teir hava síðani 2012, tá borgarakríggið byrjaði, roynt at fingið Bashar al-Assad frá valdinum.
Hayat Tahrir al-Sham er sprottin úr al-Qaeda og Islaiskum Stati (ISIS), og teir hava sagt, at Sýria skal stýrast "eftir islamiskum prinsippum". Í morgun hava teir sagt, at nýggja Sýria verður eitt land, har "øll kunnu liva í friði og rættvísi".
Júst hvat teir meina við, er ikki greitt, men fleiri halda, at tað neyvan er talan um at skipa Sýria sum eitt islamiskt kalifat við strangum sharia-lógum. Hinvegin er tað greitt, at Hayat Tahrir al-Sham er ein konservativur og autoriterur felagsskapur við lítlum tolsemi mótvegis teimum, sum eru øðrvísi hugsandi. So Sýria nærkast neyvan fólkaræðisligum prinsippum, halda fleiri greinarar.
Meira óstøðug viðurskifti
Og so er tað støðan sum heild í Miðeystri, har leingi hevur verið ófriðarligt. Kríggið ímillum Ísrael og ávíkavist Hamas og Hizbollah eins og iranskt stuðlaðu houthi uppreistrarfólkini í Yemen, sum skjóta eftir skipunum í Reyðahavinum. Og so nú Sýria. Fyri Ísrael er ein avleiðing, at islamistar standa á markinum til Golan heyggjarnar. Og hvussu stjórnin í Jerusalem fer at grípa tað an, ja tað fer komandi tíðin at vísa.
Tað er eisini óvist, hvussu sýriska goymslan av kemiskum vápnum sær út. Tað er greitt, at evni sum klorgas og sarin eru at finna har. Hesi teljast ímillum heimsins mest vandamiklu nervagass. Og undir borgarakrígnum hevur Bashar al-Assad meira enn einaferð brúkt hesi vápnini ímóti landsins íbúgvum.
Leikluturin hjá Turkalandi
Uppreistrarfólkini hava eftir øllum at døma fingið stuðul úr Turkalandi. Keldur hava sagt við Reuters, at Ankara gav "grønt ljós" til at uprreistrarfólkini skuldu taka Damaskus. Men í Turkalandi eru tey eisini tilvitað um, at nýggja stjórnin í Sýria skal gera tað so, at stabilitetur og livilig kor aftur verða skapt í landinum. Tí borgarakríggið hevur elvt til, at nærum 7 milliónir eru flýggjað úr Sýria. Og helvtin er í Turkalandi. Tey vil Turkaland fegin hava at fara heimaftur sum skjótast.
kelda: Jyllandsposturin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo