Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Rógvi Mikkelsen, stjóri á Hotel Hilton Inn í Havn, sigur við KVF, at verkfallið hevur rakt, tí millum 700 og 800 gistinætur eru avlýstar

Nevningatingið samdist í dag um sín dóm í málinum móti Hunter Biden - sonur amerikanska forsetan Joe Biden

Tá ið Norrøna kemur á Havnina um 16.30 tíðina í morgin, so hevur hon eini 100 tons av frukt og grønmeti við, umframt ferðafólk og bilar

Í sambandi við eitt arbeiði í kvøld, týskvøldið 11. juni 2024, verður eingin ferðsla eftir Klingruni klokkan 18 til 21 frá Ovaragøtu til kirkjugarðin í Hoyvík

Ivi er um, hvør skal rinda fyri at taka battarí úr bilum og senda tey til endurnýtslu. Tørvur er á kunngerð á økinum, siga tey á Kommunalu Brennistøðini í Havn

4,2 prosent av norðmonnum millum 15 og 34 ár hava brúkt kokain seinasta árið. Tað er líka nógv sum í Danmark og eitt sindur minni enn í Írlandi og Hollandi

- At tíðin rennur sum streymur í á, mugu vit bara sanna, tí nú er longu um at vera hálvannað ár, síðan tú fór her foldum frá, góða Sólrun

– Øll umborð umkomust, sigur forsetin í Malavi, Lazarus Chakwera, sambært Reuters

Meðan gongdin í fráflytingini hevur funnið eina meiri fasta legu seinastu mánaðarnar, er gongdin í tilflytingini framvegis minkandi

KNR hevur 19 leys størv, íroknað eru eisini journalistar, og tað kann gerast ein álvarsom avbjóðing hjá miðlunum, skrivar Sermitsiaq

Hamas sigur seg góðtaka uppskot um vápnahvíld, sambært Reuters

Í mai komu og fóru 46.150 fólk um flogvøllin, umleið tvey prosent fleiri enn somu tíð í fjør, skrivar KVF

Ein meiriluti av londunum í Trygdarráðnum sigur ja til amerikanskt resolusjónsuppskot um vápnahvíld. Hamas ynskir uppskotinum vælkomnum

Japansku bilframleiðararnir eru hart revsaðir eftir at hava brúkt skeiv tøl

Avtalan, sum er góðkend av Orku, varð fyrstuferð gjørd í 2020

Semingsmaðurin Terje Sigurðsson legði í gjár, sunnudagin 9. juni, eitt semingsuppskot fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey 5 arbeiðarafeløgini

Í nátt vóru vørur koyrdar út í handlarnar, og frukt og grønmeti eru eisini at fáa í summum handlum (Mynd: © Bjarni Árting Rubeksen)

Í greinarøð um viðurskifti hjá tilflytarum í Føroyum verður sjóneykan í dag sett á leiklutin, sum danskt mál hevur og altíð hevur havt í Føroyum. - Í dag er júst hetta vandamálið, sigur Petra Olsen

Nú verkfallið er av, hevur Endurnýtslan á Hjalla opið til klokkan 20 í kvøld

Kannað verður í løtuni hví eitt flogfar hjá Austrian Airlines á veg úr Mallorka til Wien fleyg beint inn í herviligan hegling sum flogfarið sá 30 minuttir áðrenn

Grikska løgreglan upplýsur sambært BBC at obduksjóns frágreiðingin er móttikin, eftir at bretski sjónvarps læknin Michael Mosley var funnin deyður á oynni Symi sunnudagin

Fólkatalið seinasta árið vaks mest í Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar og Nes kommunum, meðan størsta afturgongd var í Eiðis og Hvalbiar kommunum

- Í dag eru 80 ár síðani tú bleiv borðin í heim, í Horni á Sandi

Kjartan Hansen og Árni Skaale, hava seinastu tvey árini arbeitt við at mala á kvørn og stoypa brúktar aliringar um til lendisverju

Verkfallið er av, og tí koyrir Bussleiðin aftur sum vanligt

Føroya Banki fer nú at bjóða kundum persónstryggingar í samstarvi við Tryggingarfelagið LÍV

Í morgun kom ferðamannaskipið Island Sky á Miðvág

Fólkatalið vaks við 383 persónum seinasta árið, og 1. mai búðu 54.683 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,7%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði

Lønin hækkar 3,25% í mai í ár og 3,23% 1. mai næsta ár. Harumframt er ein serstøk viðbót

Tey fimm arbeiðarafeløgini í verkfalli og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava í dag undiskrivað ein nýggjan tvey ára sáttmála. Talan er um eitt lønarlyft og lønarhækking á tilsamans 16,80 kr. yvir tvey ár

- Tað tekur sína tíð at fáa lastað eitt flogfar, so vit fáa tað ikki heim í kvøld og sunnudagur er eisini, men seinnapartin í morgin kemur fyrsta fullfermda flogfarið, sigur Birgir Nielsen, annar av stjórunum, við VP

Semingsmaðurin váttar fyri VP, at semja er undirskrivað millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, sum so merkir at verkfallið er av

Leygardagin bórust deyðsboðini av Bjarna Restorff, tónleikara og kórleiðara. Hann andaðist dagin fyri, fríggjadagin 7. juni, 68 ára gamal

Dóttirin Lisa Larsdóttir Løkke Rasmussen fekk somuleiðis smávegis skaða í høvdið

Men sum skilst er alt nú uppi

- Gaffilin er sligin fyri seinastu ferð, men vit eiga minnini eftir ein av okkara frægu - innan føroyska tónleikin

Tey hava leitað eftir Michael Mosley, sum eisini hevur verið í Føroyum og gjørt sendingar, síðani seinasta mikudag

Klokkan 22 verður tað Nathan Carter á Dunga Pallinum, men áðrenn tað vóru nøvn sum Hallur Joensen og Tórfríð Tavsen

- Vit geva ikki upp fyrr enn allir gíslarnir eru leysir, sigur Benjamin Netanyahu, ísraelskur forsætisráðharri

- Men flogfeløgini skulu hava ferðaætlanina at hanga saman, so hvussu samhugaverkfallið hjá Starvsfelagnum fer at ávirka flogferðsluna er trupult at siga

Mangt bendir á, at flogferðslan verður munandi avmarkað í næstu viku

- Og verður skipað fyri ólógligum blokadum, so ber til at biðja politiið um hjálp

Starvsfelagið hevur í dag sent Vinnuhúsinum fráboðan um samhugaverkfall

Hetta er triðja skráseting av gráhávi í føroyskum sjógvi

- Sum støðan er nú, so er tað heilt vónleyst at smráðast og als onki grundarlag fyri at arbeiða víðari, sigur Terje Sigurðsson við KVF

- Tí hava vit avgjørt at virka fyri, at dagstovnar aftur kunnu lata upp. Vit geva tí undantøk á dagstovnaøkinum, til reingerðarfólk og burturbeining av ruski frá mánamorgni 10. juni

- Fyri at siga tað akkurát sum tað er, so føla vit okkum hildin fyri gjøldur. Hóast arbeiðarafeløgini høvdu sent út yvirlýsing um, at tey hesuferð vildu samráðast, var veruleikin í semingsroyndini ein annar

Í kvøld spæla fleiri kend nøvn á Country festivalinum í Sørvági, millum annað Vestmenn

Jóhann Lützen hevur í dag keypt hinar báðar partaeigararnar út og fer at halda fram sum stjóri á Norðlýsinum

Heinesenshús vóru seinnapartin karmur um móttøku, nú Altjóðahúsið letur upp har. Altjóðahúsið er integratiónstoymið hjá Tórshavnar kommunu