Tað hevur verið ófriðarligt í Sýria seinastu tíðina, og nú ljóðar at stjórnardeildirnar, sum fáa stuðul frá militanta Hizbollah felagsskapinum, sum heldur til í Libanon, eru noyddar at taka seg aftur úr stratetiskt týdningarmikla býnum Homs, skrivar Reuters.
Tað eru fleiri ymisk uppreistrarlið sum gera um seg og tey vilja øll hava Bashar al-Assad frá valdinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo