Landsverk: Talan er um ein nýggjan Árnafjarðartunnil á 1965 metrar og ein nýggjan Hvannasundstunnil á 2246 metrar, umframt nýggjar vegir í Ánunum, Árnafirði og omanfyri Norðtoftir móti Norðdepli/Hvannasundi á tils. 1,8 km.
Hátíðarhaldið verður kl. 13:30 við tunnilsmunnan Hvannasundsmegin (við Toftá) og tá kemur landsstýrismaðurin í samferðslumálum Dennis Holm at halda røðu, umframt heilsanir frá Katrin Næs, borgarstjóra í Hvannasunds kommunu, Jón Sigurdsson, stjóra í P/F Articon. Klaksvíkar hornorkestur spælir.
Tá snórurin er kliptur umleið kl. 14.10, verður tunnilin latin upp fyri almennari ferðslu og bjóðar Landsverk saman við Hvannasunds kommunu øllum til drekkamun í Skúlanum á Fossánesi, Fossávegur 27 í Norðdepli.
Áðrenn hátíðarhaldið verður í samstarvi við Treysti (felag fyri frælsan ítrótt í Norðoyggjum) og súkklufelagið Norðstrok høvi at renna/ganga og súkkla ígjøgnum nýggju tunlarnar. Renningin og súkklingin byrjar kl. 12.00 við tunnilsmunnan í Ánunum. Upphiting er í tunnilsmunnanum 15 min. áðrenn og er ikki neyðugt við tilmelding.
Nærri kunning kemur í vikuni um ferðsluviðurskiftini í økinum í sambandi við hátíðarhaldið og í sambandi við at gomlu tunlarnir stongja og nýggju lata upp. Skipað verður eisini fyri bussflutningi til/frá Hvannasundi/Norðdepli í sambandi við hátíðarhaldið og renningina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo