Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, fekk kaldliga móttøku tá hann luttók á einum OSCE toppfundi á Malta í dag.
Fleiri av hinum uttanríkisráðharrunum noktaðu at lurta eftir tí, hann hevði at siga, og rýmdu á dyr. Teirra millum var uttanríkisráðharrin í Ukraina, Andriy Sybiga, sum millum annað kallaði Lavrov fyri krígsbrotsmann.
Eisini uttanríkisráðharrar úr Póllandi og Letlandi rýmdu á dyr.
Sergej Lavrov segði, at vesturheimurin hevur blást nýtt lív í kalda kríggið og eigur at ansa sær, so talan ikki verður um eitt "heitt kríggj", sum hann segði.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo